Rúni Øster vann fyri løtu síðan gullmerki hjá monnum á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Hann vann finaluna 2-1 móti grønlenska Toke Driefter.
Rúni vann fyrsta settið 22-20, áðrenn grønlendingurin svaraði aftur og vann annað settið 21-19.
Triðja og avgerandi settið vann Rúni so greitt sum 21-16, og harvið vann hann gullmerkið nummar 32 fyri Føroyar á oyggjaleikunum.