Heildarætlanin fyri rúsevnamisnýtslu hevur ikki fingið stórvegis umrøðu, og tað er ikki nóg gott.
Tað sigur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum av somu orsøk hevur valt at seta landsstýrismanninum í bara- og undirvísingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, fyrispurning um, hvussu hvat hann heldur um heildarætlanina, og um hann ætlar at seta nøkur av tilmælunum úr heildarætlanini í verk.
Tað var undanfarna samgonga, ið lat úr hondum heildarætlanina um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum, sum er galdandi fram til 2028.
Heildarætlanin, sum varð gjørd av einum arbeiðsbólki við umboðum frá Løgmansskrivstovuni, Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum, er 135 síður til longdar og er gjørd við støði í samrøðum við næstan 80 hoyringspartar.
Heildarætlanin varð almannakunngjørd í mars mánaði í fjør, men Kristianna Winther Poulsen metir altso ikki, at hendan ætlanin hevur fingið nóg nógva umrøðu, og vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, í hvønn mun hann ætlar at seta tilmælini úr heildarætlanini í verk.
-Javnan berast tíðindi um, at rúsevnamisnýtsla millum serliga ungfólk í Føroyum er nógv økt seinastu árini, og at nógv rúsevni eru í føroyska samfelagnum. Vit frætta um, at hald verður lagt á stórar upphæddir av reiðum peningi, sum stava frá sølu av rúsevnum í Føroyum, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin vísir eisini, at tað hendir seg meira enn so, at restir av narkonýtslu “liggja og flóta” við skúlar og aðrastaðni á gøtuni. Tað er kortini ikki eydnast FM1 at fáa løgregluna at vátta, at restir av narkonýtslu eru funnar við skúlar.
-Neyðugt er við fyribyrging, upplýsing og upplæring og ikki minst samstarvi, tí nógv fólk hava ein leiklut í stríðnum móti rúsevnamisnýtslu. Eitt miðvíst fyribyrgjandi arbeiði skal gerast, umframt at vaksin skulu megna at síggja, nær vandi er á ferð, og síðani duga og tora at leggja uppí, tá tað er neyðugt..
-Tað krevur eisini góð viðgerðartilboð og nøktandi arbeiðsumstøður hjá løgreglu, TAKS og øðrum viðkomandi myndugleikum, sigur Kristianna Winther Poulsen.