Rúskoyring og rúsdrekkakoyring skulu revsast harðari

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað kundi bøtt um støðuna við rúskoyring at hert reglurnar fyri frádøming av førararættinum.

Hetta heldur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Dennis Holm vísir á, at um ein bilførari í dag verður steðgaður við einari promillu á millum 0,2 og 0,5, so gevur hetta treytaða frádøming av førararættinum, men at hetta kundi verðið broyt til treytaleysa frádøming, eins og tað ger, tá promillan er oman fyri 0,5.

Tað er í svari til fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, tingmann fyri Tjóðveldi, at Dennis Holm hevur greitt frá ætlanunum at endurskoða ásetingarnar í ferðslulógini, og Dennis Holm ger eisini greitt, at ætlanin er at endurskoða skipanina, ið gevur avsláttur í bót til teirra, ið verða tikin fyri brot á ferðslulógina, men sum eru undir útbúgving.

Dennis Holm ávarar kortini, at eingin skjót loysn er á trupulleikanum við rúskoyring, og at ein hugburðsbroyting til rúskoyring skal heilt víst til, men at ætlanin er at røkka deilmálunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027, ið eru, at talið á ferðsluvanlukkum við rúsdrekka ella rúsevnum skal vera 30 prosent lægri í 2027 samanborið við 2018, umframt at huggburðurin hjá føroyingum til rúsdrekka og rúsevnakoyring skal fylgjast við framhaldandi hugburðskanningum.

Dennis Holm vísir á, at hóast rúskoyrnig sum heild ikki verður góðtikin í dagsins samfelag, og at rúsátøk, løgreglueftirlit, men serliga broytingin í promillumarkinum hevur broytt nógv á økinum, so hava vit seinastu tíðina sæð eitt mótrák, og at tølini fyri rúskoyring eru nógv hækkað seinastu fáu árini.

Hetta er eisini galdandi fyri londini kring okkum.

Dennis Holm sigur kortini, at í næstum verða broytingar í Ferðslulógini sendar til almenna hoyring. Ein av ætlaðu broytingunum er, at kravið um luttøku á skeiði í rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um tey, ið missa koyrikortið orsakað av rúskoyring. Í dag er skeiðið bert krav fyri tey, ið missa koyrikortið av rúsdrekkakoyring.