Tað er einki at ivast í, at russisku hermenninir fáa vápn og vápnaútgerð sendandi ymsastaðni frá í krígnum ímóti Ukraina. Tað sigur leiðarin í Wagner, Jevgenij Prigozjin, sambært Reuters í eini fráboðan á samskiftistænastuni Telegram.
Hann hevur boðað frá, at ymisk vápnaútgerð verður latin, soleiðis at russar kunnu fram at kríggjast í Bakhmut har eysturi í Ukraina.
-Vit hava fingið lovað so nógv vápn og lóður, sum okkum tørvar fyri at halda fram. Vit hava fingið lovað, at alt, ið okkum tørvar fyri at steðga fíggindanum at vinna á okkum, verður veitt, segði Jevgenij Prigozjin í einum ljóðbroti umvegis Telegram.
Fyri tveimum døgum helt hann uppá, at hansara menn fóru at taka seg burtur úr økinum, tí teir manglaðu lóður. Samstundis, sum hann segði tað, fanst hann hvassliga at hernaðarligu leiðsluni hjá russum. Hóast hetta, so er tað ikki greitt, um nýggja útgerðin fer at gera, at Wagner verður verandi í Bakhmut.