Ruth hevur ikki brotið stýrisskipanarlógina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Aksel V. Johannesen, løgmaður, metir ikki, at landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur brotið grein 41 ella grein 54 í stýrisskipanarlógini.

Løgmaður Aksel V. Johannesen hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá løgtingsmanninum Jørgeni Niclasen, um embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum.

Aksel V. Johannesen staðfestir, at broytingin í linkingarháttinum er framd við heimild í løgtingslóg nummar 196 frá 21. desembur 2018.

Hann leggur afturat, at Jørgen Niclasen sjálvur hevði legði fram uppskot at broyta linkingarháttin, tá hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jørgen Niclasen spurdi millum annað, um løgmaður metir, at landsstýriskvinnan við kunngerð nummar 95 frá 4. septembur 2024 hevur brotið grein 41 í stýrisskipanarlógini, og um tað er í lagi, at hon hækkar skattin uttan at spyrja Løgtingið.

Løgmaður sigur, at endamálið við broytingini var at fylgja vanligu skattalóggávuni og at dagføra ásetingarnar í tvískattasáttmálanum við grannalondini.