,

Ryggnummar verður bannað komandi kappingarár

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Ryggnummarið 88 hevur áður elvt til øsing í Italia. Málmansúrmælingurin, Gianluigi Buffon, hevði nummar 88 á rygginum í 2000, sum førdi til óvusligan ágang, har eitt jødiskt samfelag átalaði harðliga.

Mótmælini fingu Buffon til at taka frástøðu frá øllum mannamuni, og broytti tískil ryggnummarið til 77.

88 er vorðið talkotan fyri Heil Hitler-heilsanina, tí H’ið er áttandi bókstavur í bókstavaraðnum.

Sambært La Gazetta dello Sport skrivaði Italia týsdagin undir eitt ætlanarskriv, har endamálið er rudda jødahatur burtur á italsku leikvøllunum. Ætlanarskrivið boðar frá, at framyvir verður tað ólógligt fyri fótbóltsleikarar at hava nummar 88 á rygginum. Harafturat er ætlanin, at dystarfløgg av ymiskum slagi, sum kunnu setast í samband við nazismu, verða gjørd ólóglig.

Ætlanin er at fáa fólk til at nýta partaleyst mál, tá týdningarmiklar hendingar fara fram, og tí fara leiðreglur at koma, hvussu fótbóltsdystir skulu kunna steðgast, tá mismunur verður framdur.

Í ætlanarskrivinum eru “hættir, har dystir skulu kunna steðgast umgangandi, um talan er um jødahatsk dystarróp, atburð og málburð”, skrivar La Gazetta dello Sport.

Lógarbroytingin við ryggnummarinum merkir, at liðfelagin hjá Rasmus Højlund og Joakim Mæhle í Atalanta, Mario Pašalić, noyðist at finna sær eitt nýtt nummar, tí hann hevði nummar 88 í undanfarna kappingarári. Tríggir aðrir leikarar úr Serie A eru í somu støðu: Toma Bašić frá Lazio, Tomás Rincón frá Sampdoria og Mateusz Praszelik frá Hellas Verona.

Komandi kappingarár í Serie A byrjar sunnudagin 20. august.