Særdur í kjalarvørrinum av innrásini í Normandínum

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Føddur í Wolverhampton

Jack Rowley var føddur 7. oktober 1918 í Wolverhampton og byrjaði fótbóltslívsleiðina hjá Dudley Old Boys í 1934 og flutti til Wolverhampton Wanderers í november 1935. Hann spældi ongan dyst, men var læntur út til Cradley Heath í 1936. Hann spældi upprunaliga sum vinstri vongur og í februar 1937 skifti hann til Bournemouth & Boscombe Athletic, har hann longu sama mánaða spældi fyrsta landskappingardystin á útivølli ímóti Walsall. Fyrstu 12 dystirnar skoraði hann 10 mál.

Vakti ans hjá Manchester United

Skjótt fingu stórfeløgini frænir av málskjúttanum og átta mánaðir seinni keypti Manchester United hann fyri £3.000. Tað var ongin annar enn táverandi klubbeigarin og og formaðurin, James Gibson, sum orðnaði fyri. Hann var júst fyltur 19, tá ið hann spældi fyrsta dystin fyri Manchester United 23. oktober 1937 ímóti Sheffield Wednesday. Í næsta dystinum skoraði hann fýra mál ímóti Swansea Town og gjørdist samstundis yngsti United-leikarin, sum hevði skorað hattrick. Fyrsta kappingarárið gjørdist United tveyari í 2. deild og flutti upp.

Tá ið kappingin varð niðurløgd orsakað av, at seinni heimsbardagi brast á í september 1939, hevði hann spælt 68 dystir fyri United og skorað 19 mál í reyðu blusuni, men Jack hevði ikki fylt 21 ár tá.

Landgongd D-dagin í Normandínum

Eins og fleiri aðrir fótbóltsleikarar fór Jack Rowley Í 1940 í hertænastu, har hann hoyrdi til herflokkin South Staffordshire. Soleiðis endaði hann eisini í bardaga, tá sameinda hermegin fór um Ermarsund í juni mánaða 1944.

Í 1944 fóru týskarar at missa takið í Europa. Sameinda innrásin í europeiska meginlandið byrjaði 6. Juni 1944, tá ið amerikanskar og aðrar herdeildir gjørdu landgongd á Strondina í Normandínum undir amerikanska herovastanum Dwight D. Eisenhower. Eftir harðar bardagar fingu teir fótin fastan og brutu seg ígjøgnum týsku verndarvirkini. D-dagur var loyniorðið fyri fyrsta degnum í innrásini í Normandíið 6. Juni 1944. Filmarnir The Longest Day and Saving Private Ryan hava gjørt innrásina ógloymandi.

Jack Rowley luttók ikki í fyrstu álopsbylgjunum, tá sameinda hermegin fór um Ermarsund og leyp á týskar herdeildir í Norðurfraklandi bæði á landi og í sjógvi, men hann endaði í Caen, styttri enn 24 kilometrar frá teimum strondunum, bara dagar seinni, og varð seinni særdur í hørðu bardøgunum, sum fóru fram á landi.

Hann varð tískil fluttur vekk frá vígvøllinum og uppí eina flytføra skurðstovu, og restina av krígnum, sum endaði árið eftir, starvaðist hann sum vegleiðari í kropsligari venjing í heimlandinum.

Undir krígnum var Jack Rowley gestaleikari hjá Wolves og í einum dysti skoraði hann átta mál. Hann spældi eisini sum gestaleikari við Aldershot, Belfast Distillery, Folkestone, Shrewsbury Town og Tottenham Hotspur. Hann skoraði mál upp á samliband undir krígnum.

Landskappingin lá still í nærum 6 ár

Eftir kríggið vendi Jack Rowley aftur til Manchester United og spældi fyrsta kappingarføra dystin í nærum seks ár tann 5. januar 1946, tá United spældi ein 2-2 javnleik ímóti Accrington Stanley í 3. umfari av FA Cuppini. Hann hevði fylt 27, tá hann aftur spældi ein kappingarføran dyst, men “The Gunner”, sum hann varð kallaður, skoraði kortini 192 mál afturat fyri United, áðrenn hann skifti til Plymouth Argyle í 1955. Í tíðarskeiðnum eftir kríggið var hann upp á sítt besta og skoraði 109 mál í fýra kappingarár.

Skoraði tvey mál í FA Cup finaluni í 1948

Hann fekk veruliga gongd í málskjótingina sum miðframherji á fyrstaliðnum hjá Matt Busby eftir seinna heimsbardaga. Hann var partur av liðnum, sum vann FA Cuppina í 1948, har hann skoraði tvey mál í finaluni, tá United vann 4-2 imóti Blackpool á Wembley. Tá hevði United ikki vunnið FA Cuppina síðani 1909.

Tá United í februar 1949 vann 8-0 á Yeovil Town í einum FA Cup dysti, skoraði Jack sjálvur 5 mál.

6 mál í 6 landsdystum

Tann 2. desember 1948 fekk Jack Rowley landsliðsboð. Hann skoraði eisini eitt mál, tá Ongland vann 6-0 á Sveits á Highbury. Besta hálið gjørdi hann kortini, tá hann skoraði heili fýra mál í 9-2 sigrinum ímóti Norðurírlandi á Maine Road tann 16. november 1949. Jack er framvegis elsti leikarin, sum hevur skotið hattrick fyri Ongland og málið ímóti Italia, sum Ongland vann 2-0, hevði við sær, at Jack endaði sum enskur toppskjútti anno 1949. Hin seinasta landsdystin spældi hann í 1952. Jack Rowley, sum spældi seks ferðir fyri Ongland árini 1948 til 1952, royndi seg á fýra ymiskum álopsplássum: Vinstri og høgri vongur, innari vinstri og miðframherji.

Harumframt skoraði Jack hattrick, tá enska B-landsliðið vann 4-0 á hollendska A-landsliðnum 18. mai 1949 í Amsterdam.

Manchester United meistari í 1952

Manchester United vann fyrsta meistaraheitið síðani 1911 í 1952 og Jack Rowley átti sín stóra lut, tá hann skoraði 30 landskappingarmál, sum eisini var eitt klubbmet.

Jack Rowley mundi vera ein av bestu áleyparunum, tá ið hann var upp á sítt besta. Hann hevði eitt dundurskot við báðum beinum, tó serliga vinstra beini, og tað lá sera væl fyri at skalla, men hann dugdi eisini at leggja upp. Hann tók ábyrgd í álopsketuni og var ein ágangandi áleypari. Hann og Stan Pearson høvdu eitt gott samstarv og í felag syrgdu teir fyri nógvum málum.

4. besti málskjúttin í søguni hjá Manchester United

Tilsamans skoraði Jack Rowley 211 mál í 424 dystum fyri Manchester United, áðrenn hann flutti í februar 1955 fyri at gerast spælandi-felagsstjóri hjá Plymouth Argyle, og tað eru bara Wayne Rooney (253 mál í 559 dystum), Sir Bobby Charlton (249 mál í 758 dystum) og Denis Law (237 mál í 404 dystum), sum hava skotið fleiri mál enn Jack Rowley fyri Manchester United. Teir eru samstundis teir einastu, sum hava skotið fleiri enn 200 mál fyri felagið.

Brøðurnir skoraðu landskappingarmál nr. 200 sama dag

Ein yngri beiggi, Arthut Rowley, gjørdi veruliga um seg í lægru deildunum sum málskjútti hjá West Bromwich Albion, Fulham, Leicester City og á enska B-landsliðnum.

Brøðurnir, Arthur og Jack Rowley, vóru sannir málrevar. Tilsamans skoraðu teir 642 landskappingarmál. Arthur skoraði 434 mál og Jack 208 mál. So løgið tað ljóðar, so skoraðu báðir mál nr. 200 á útivølli sama dag! Leygardagin 22. oktober 1955 skoraði Arthur fyri Leicester City ímóti Fulham og 12 minuttir seinni skoraði Jack fyri Plymouth Argyle ímóti Barnsley, men Plymouth flutti niður í 3. deild Suður.

Báðir fluttu upp sama kappingarár

Jack Rowley skoraði 15 mál í 58 dystum fyri Plymouth, áðrenn hann legði gaggurnar á hillina í 1957. Kappingarárið 1958-59 fingu brøðurnir aftur eina greipu, tá Arthur sum spælandi-felagsstjóri førdi Shrewsbury upp í 3. deild og Jack vann 3. deild við Plymouth Argyle. Hjá Rowley brøðrunum var onki hálvgjørt. Jack steðgaði í Plymouth í mars 1960.

Venjari hjá Ajax Amsterdam

Hann tók við hjá Oldham Athletic í juli mánaða 1960 og leiddi teir til uppflyting til 3. deild í 1963. Kappingarárið 1963-64 vandi hann hollendska felagnum Ajax Amsterdam, áðrenn hann flutti aftur til Bretlands fyri stjórna Wrexham frá januar 1966 til apríl 1967. Í oktober 1968 tók hann við hjá Bradford Park Asvenue, áðrenn hann endaði venjaraleiðina við Oldham fyri aðru ferð til desember 1969.

Jack Rowley andaðist 79 ára gamalur tann 28. juni 1998.