,

Saft og djús verður partur av pantskipanini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, hevur lagt tvey uppskot fyri Løgtingið fyri at betra pantskipanina fyri íløt.

Fyrra uppskotið flytir innkrevjingina av panti og rakstrargjaldi frá Taks til IRF, sum verður nýggjur pantumsitari.

IRF mælir tó til at útseta gildiskomuna til fyrst í 2026, tí skipanin ikki verður klár til 1. juni 2025.

Uppskotið loyvir eisini landsstýrinum at gera undantøk fyri pant og gjøld, serliga fyri vøru hjá ferðafólki, fyri at lætta um hjá ferðandi og tollvaldinum.

Seinna uppskotið víðkar lógina um íløt til øl og sodavatn til eisini at fevna um íløt til saft, djús og vín.

Kravið um loyvi til innflutning og framleiðslu av íløtum verður strikað, og pantumsitarin fer at umsita skrásetingina.

Innflytarar og framleiðarar hava framvegis ábyrgdina av, at tómu íløtini verða latin inn til endurnýtslu ella endurvinning.

Endamálið við báðum uppskotunum er at gera skipanina meira smidliga og at økja endurvinningina, sum fer at gagna umhvørvinum.

Lógarbroytingarnar skulu eftir ætlan koma í gildi í 2026 fyri at tryggja eina góðari yvirgongd.