Sam fer á beding

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í dag, mánadagin 21. august, fer Sam á beding. Sam siglir seinasta túrin av Klaksvík klokkan 10:00 og av Syðradali klokkan 10:20, og fer síðan á beding.

Eftir ætlan verður Sam aftur á leið 56 í viku 37 – tað er 11. september. Í meðan Sam er á beding, so fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56, og Ternan fer at gera farmatúrar týsdagar og hósdagar.

Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan fyri leið 56.

Meiri kunning um ferðaætlan, plássbílegging við meira tøk á ssl.fo.