Tú lurtar eftir

Dystarendi og samrøður Neistin – Kyndil

20.04.2023

Tað gjørdist ongantíð spennandi, tá Neistin og Kyndil hittust í fyrru FM-hálvfinaluni í hondbólti hjá kvinnum. Kyndilskvinnur vunnu ein greiðan 27-19 sigur, og vóru eisini á odda í steðginum 16-8. Liðini hittast longu aftur í høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 15, og tá hevur Kyndil heimavøll. Vinna kyndilskvinnur tann dystin, so hava tær vunnið sær luttøku í FM-finalunum. Vinnur Neistin hinvegin, so verður neyðugt við einum dysti afturat, sum verður leiktur í komandi viku. Samrøður við Brynja Høj og Bára K. Hansen

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Hondbóltur (ljóð)