Av Tvøroyri frættist, at ein av komandi døgunum fer felagið at gera sáttmála við HB-leikararnar Mohamed Samba úr Gambia og Marley Blair, sum hevur bæði enskan og jamaikiskan ríkisborgararætt.
Eisini ljóðar av Tvøroyri, at Karl Øster venur besta liðið, meðan leitað verður eftir venjara. Tað var annars ætlanin, at Rasmus Noløse skuldi venja TB, men tað samstarvið slitnaði fyri nøkrum vikum síðan.
26 ára gamli Mohamed Samba spældi sambært FaroeSoccer 28 dystir fyri HB í fjør og skoraði fýra mál. Hann var á beinkinum í stórsteypsigrinum móti Víkingi leygardagin, men kom ikki á vøllin. Samba var eisini tvey ár í B68, har hann skoraði 11 mál 47 dystum.
25 ára gamli Marley Blair var rættiliga óvæntað heintaður til HB úr AB fyrr í vetur. Hann spældi 27 dystir í næstbestu deildini fyri AB í fjør og skoraði 11 mál.
Um Marley Blair er at siga, at hann í nøkur ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum Liverpool FC, har hann sambært Transfermarkt spældi tveir dystir á U18-liðnum, millum annað saman við Curtis Jones, sum í dag er fastur partur av besta liðnum hjá Liverpool. Síðan hevur hann millum annað spælt í Keflavík í Íslandi, áðrenn hann endaði úti á Argjum í fjør. Nú er so líkt til, at hann skal royna seg í TB.
Mynd: HB