Tú lurtar eftir

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Verjupolitikkur má raðfestast í Føroyum

25.09.2023

Kjakið um trygdarpolitikk er kyknað av álvara. Tað er ikki so løgið. Seinnu árini hava vit kunna fylgt gongdini, har samstarvið millum stórveldini er versnað ár fyri ár. Tá Russland leyp á Ukraina, gjørdist stríðið ítøkiligt. Vesturheimurin er vaknaður við kaldan dreym, og flestu londini hava ásannað, at verjupolitikkur hevur verið forsømdur í áravís. Londini rundan um okkum økja tí útreiðslurnar til hernaðarútgerð. Gongdin er ikki hugalig, men soleiðis er veruleikin einaferð. Veruleikin er eisini, at Danmark fer at brúka 143 milliardir uppá verju næstu sjey árini. Felags grundarlagið undir komandi verjusemjuni á Fólkatingi staðfestir hetta. Avleiðingarnar av øktu spenningunum merkjast eisini í Føroyum. Tørvur er á betri eftirliti við, hvat gongur fyri seg í Norðurhøvum. Bæði á sjónum og í loftrúminum. Okkara sameindu vísa eisini á hendan tørvin. Vit hava harumframt sæð alskyns frágreiðingar, sum eitt nú Center for Militære Studier og Dansk Institut for Internationale Studier hava gjørt, sum eisini vísa á tørvin á betri eftirliti. Av teimum 143 milliardunum, sum skulu brúkast uppá verju, skal ein stórur partur brúkast í Arktis og í Norðurhøvum. Fyri Føroyar kann talan vera um íløgur í kritiskum infrastrukti, sjókaðalum, verjuskipum o.s.fr., skulu vit nøkta tørvin innan eftirlit. Talan er ikki um hernaðardubbing, men um eftirlit og at tað ber til at vísa øðrum londum, at tey kunnu ikki hóreiggja sær sum tey vilja. Veruleikin er tann, at danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av uttanríkis- og verjumálum. Veruleikin er tíbetur eisini tann, at Føroya Landsstýri er partur av tilgongdini at fremja átøk í Føroyum – soleiðis eigur tað at vera. Sum føroyskur fólkatingslimur eri vald av føroyska veljaranum til at umboða seg í Fólkatinginum í málum, sum viðvíkja Føroyum – tað er her, eg geri mína ávirkan galdandi. Til landsstýrið hevur gjørt av hvørji – um nøkur – átøk skulu gerast í Føroyum, fari eg at geva mítt íkast til kjakið. Eg havi saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi hjá Javnaðarflokkinum, gjørt eitt upprit við átøkum, sum áttu at verðið framd í Føroyum. Átøkini eru ikki tikin úr leysum lofti. Uppritið er grundað á kanningar, har aktørar og serfrøðingar hava víst á, hvør tørvurin er. Neyðugt er við góðum kjaki, tá týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Tí gleði eg meg at skifta orð um verjupolitikk á einum tiltaki, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipar fyri í Smæruni hósdagin, 28. september, klokkan 19, og ikki í Reinasarínum, sum áður fráboðað. Sí meira um tiltakið her.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Politikkur (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum: – Nátúrligt at skifta nú

Steffan Klein Poulsen vitjaði rásarúmið í FM1, har hann setti orð á politisku leið sína, á Jenis av Rana og á …

14.04.2026
Hyggur eftir størvum: – Nú skal eg ikki bara vera politikkarin Djóni

Beint eftir valúrslitið hugsaði hann "ongantíð aftur", men Djóni Nolsøe Joensen vil ikki vísa aftur, at hann v…

14.04.2026
– Bústaðir og vinnan skulu arbeiða saman

Margit Stóra umsitur framhaldandi bústaðarmál. Umframt at geva okkum yvirlit yvir landsstýrissøgu hennara, sta…

14.04.2026
– Torført at síggja hetta sum eitt fíggjarpolitiskt haldført samgonguskjal

Tíverri sæst tað, sum fylti í valstríðnum um haldføri, ikki aftur í hesum. Millum annað er tað skeivt at gera …

09.04.2026
– Her blunka nakrar reyðar perur tá tað kemur til fíggjarstøðuna

Mítt fyrsta inntrykk er, at landskassin verður verri fyri eftir hetta samgonguskeiðið. Hetta staðfesti Ruth Va…

09.04.2026
Nýggi løgmaðurin: – Avgjøld á olju er fyrsta málið vit fara at fremja

Árni Gregersen tosaði við Beinir Johannesen, beint eftir at hann hevði lagt samgonguskjalið fram

09.04.2026
Tíðindafundur og samrøður: Tá ABC-samgongan varð skipað

Hoyr útsagnirnar úr Løgtinginum, har tað var stúgvandi fult. FM1 sendi beinleiðis og tosaði við samgongu- og a…

09.04.2026
Bárður og Beinir: Breiða samgongan skal veruliga broyta skipanir – og bøta um bústaðarstøðuna

Bárður á Steig Nielsen verður annað landsstýrisfólki hjá Sambandsflokkinum. Hann setur orð á týdningin av at b…

08.04.2026
Nýggi løgmaðurin: – Tað skal man venja seg við

Beinir Johannesen tekur tíðliga í næstu viku formliga við stóru ábyrgdina – um allir snøklarnir koma uppá plás…

08.04.2026
Væntaði ikki vit komu í samgongu – hava fingið nógvan javnaðarpolitikk í samgonguskjalið

– Blaðstjórin á Norðlýsinum var ikki langt av leið. Aksel V. Johannesen var stúrin fyri einari ov borgarligari…

08.04.2026
Aðalráðini skulu upp á pláss í dag – alt verður lagt fram í morgin

Agnar Prestá, journalistur, hevur fylgt samráðingum. Hann og Árni Gregersen gjørdu upp, nú samráðingarnar eru …

08.04.2026
Blaðstjóri og viðmerkjari: – Vænti ikki málsøkjabýtið verður nakar stórur trupulleiki

– Eg eri sjálvur lítlibeiggi, og eg vænti Beinir og Bárður hava fingið Aksel at kenna seg væl, og at samgongus…

07.04.2026
– Eru farin í gongd við málsøkjabýti

Samráðingarleiðarin staðfestir, at sjálvt samgonguskjalið nú verður reinskrivað og rættlisið. Harvið sær út ti…

07.04.2026
Samráðingarleiðarin: – Nú snýr tað seg um smálutir hjá flokkunum

Beinir Johannesen væntar at hava útkastið til samgonguskjalið klárt í dag og ABC-samgonguna uppá pláss áðrenn …

07.04.2026
Beinir Johannesen: – Týðandi fyri Føroyar við breiðari semju

Samráðingarleiðarin tekur samanum, nú partarnir skjótt fara at halda páskir. Eitt útkast til samgonguskjal nær…

01.04.2026
Gera útkastið so liðugt sum gjørligt – síðani í páskafrí

– Vit hava funnið loysnir á nøkrum stórum málum, og øll sita ikki saman í dag, sigur samráðingarleiðarin, sum …

01.04.2026