,

Sambandsflokkurin á Fólkatingi vil styrkja Føroya Politi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi


Kriminalitetsmyndin í Føroyum er broytt, og tí hevur Føroya Politi tørv á eini uppstigan. Tað er niðurstøðan í einum politiskum útspæli, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt.

– Tað er púra greitt, at á nøkrum økjum er Føroya Politi ikki á sama stigi, sum politiið í Danmark. Tað má broytast, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi setti sær fyrr í ár fyri at gera eitt politiskt útspæl, so at fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum er fyrireikað til komandi fleirársavtaluna um fíggingina av politiinum.

Hesar samráðingar byrja væntandi í heyst.

Føroyar eru tíbetur eitt samfelag við lágum kriminaliteti, um vit samanbera okkum við onnur lond. Tó vísir kanningararbeiðið í samband við politiska útspælið, at á summum økjum er talið av fráboðanum nógv økt. Millum annað er ein stór øking í fráboðanum um kynslig brotsverk.

Í 2022 vóru 113 fráboðanir kynslig brotsverk, og í 2024 var talið av fráboðanum komið uppá 189.

Ein orsøk til hetta er, at alsamt fleiri brotsverk um barnapornagrafi hava verið fráboðað seinnu árini.

Hagtøl hjá Føroya Politi vísa, at talið av fráboðanum um barnapornografi og kynsligt samband við børn undir 15 ár er vaksið úr 13 fráboðanum í 2020 til 109 fráboðanir í 2024.

Nógv av hesum brotsverkum fara fram á netinum, og eisini økonomiskur kriminalitetur er vaksandi. Tí er neyðugt at styrkja førleikarnar á KT-økinum og at styrkja Føroyar Politi við fleiri serfrøðingum.

Eisini sæst at brotsverkini er blivin meira torgreidd, og tí skulu fleiri fólk í heila tikið til at loysa uppgávurnar. Bæði hjá politinum og hjá Ákæruvaldinum.

– Vit í Sambandsflokkinum vilja varðveita politiið sum eitt felags málsøkið millum Danmark og Føroyar, men Føroya Politi hevur tørv á at blíva raðfest hægri, soleiðis at tað ikki verður afturúrsiglt, sigur Anna Falkenberg.

Les politiska útpsælið her: