Samgonguleiðararnir hava verið á fundi í dag

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fríggjadagin var Karlot Hergeirsson, tinglimur úr Framsókn, nær við at leggja eitt uppskot um misálit fram á Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, eftir at hann legði fram ætlanina um nýggju prísskipanina hjá Strandferðsluni, sum eftir ætlan skuldi koma í gildi á nýggjárinum.

Men tá tingfundurin endaði fríggjadagin, so varð einki misálit lagt fram fyri tingið, tí Karlot Hergeirsson hevði fingið vissu fyri frá samgonguleiðarunum, at hyggjast skal eftir hesari ætlanini við nýggju prísskipanini.

FM1 skilir á lagnum, at leiðararnir hava verið á fundi í dag, men enn er eingin niðurstøðan gjørd, hvat skal henda við nýggju prísskipanini. Leiðandi fólkini í samgonguni halda fram við fundarvirkseminum í morgin.

Karlot Hergeirsson hevur ongar viðmerkingar til málið í løtuni, men vísir heldur til løgmann, Aksel V. Johannesen. Tað hevur ikki eydnast at fingið samband við løgmann í dag.