Á býráðsfundi í síðstu viku varð ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2024 góðkendur.
Inntøkurnar vóru betri enn væntaðar, serliga tí skattainntøkurnar vóru hægri enn mett.
Nettoskattainntøkan var 117,7 mió. kr.. Tað er 10,4 milliónir krónur meira enn fíggjarætlanin segði.
Rakstrarútreiðslurnar vóru tó eisini hægri enn ætlað, og serliga Fuglafjarðar havn gav minni nettoinntøku enn væntað.
Samanlagt gav raksturin eitt avlop uppá 27,8 milliónir krónur, og gjaldførisúrslitið gjørdist 4 milliónir krónur, sum er væl betri enn væntað.
Íløgurnar í 2024 vóru minni enn játtað, tí nakrar verkætlanir fóru yvir um ár. Kommunan hevur bundið seg til stórar íløgur komandi árini og serliga er abjóðingar innan almanna- og heilsumál og børn og ung. Hesi øki brúka 48 prosent av fíggjarætlanini.
Kommunuskuldin er minkað munandi seinastu árini, úr 89,9 milliónum krónum í 2021 niður í 56,1 milliónir krónur við árslok 2024. Skuldin svarar nú til 52 prosent av eini skattaálíkning upp á 23 prosent, samanborið við 58 prosent í 2023.
Fuglafjarðar Kommuna sigur, at samlað eru úrslitini fyri 2022-2024 góð. Men at tað framhaldandi verður neyðugt at tryggja góð fíggjarlig úrslit fyri at møta framtíðar avbjóðingum.