Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og KAF slitnaðar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Samráðingarnar millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru slitnaðar, og partarnir hava sent boð eftir Semingsstovninum.

Heilsuhjálparafelagið tók upp aftur samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í síðstu viku.

Eftir at feløgini høvdu samráðst í fýra mánaðir var steðgur komin í samráðingarnar, tá Kommunala Arbeiðsgevarafelagið handaði eina røð av krøvum til Heilsuhjálparafelagið.

Heilsuhjálparafelagið gjørdi tí sítt egna uppskot til semju. Síðan var farið aftur til samráðingarborðið. Tíanverri máttu partarnir tó staðfesta, at ov langt var í millum tey, og tí er Semingstovnurin boðsendur.

Mary Antonsdóttir sigur: – Vit mugu tryggja, at okkara limir hava livilig kor og kunnu ikki góðtaka kravið um at avgeva vunnin rættindi, uttan at fáa nakað veruligt afturfyri.

Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, staðfestir eisini, at samráðingarnar eru slitnaðar.