

Samrøða við Høgna Hoydal sum er á NATO-fundi
17.10.2024Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er í dag á fundi saman við verjumálaráðharrum í NATO. Verjumálaráðharrarnir í øllum NATO-londunum hittast í Brússel í dag, og Føroyar eru umboðaðar á hesum eina fundinum, sum snýr seg um verju av arktiska økinum, ella Norðurøkinum, sum tað eisini verður kallað. Við á hesum fundinum eru øll Norðurlondini umframt USA og Kanada, og so eru Føroyar og Grønland eisini umboðað. Árni Gregersen prátaði við Høgna Hoydal.

Tíðindasending (ljóð)
Hetta eru tíðindi á FM1. Tíðindi verða send beinleiðis kl. 12.00 – kl 15.00 og kl. 17.00 hvønn gerandisdag.