Samrøða við húsameklara: Tey múgvandi keypa ikki alt upp

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sethúsaprísirnir í Tórshavn hækkaðu 6 prosent fyrsta ársfjórðing í 2025 samanborið við miðalprísin í 2024. Tað skrivar Betri Heim.

Tað vil siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn er 4,4 milliónir krónur.

FM1 tosaði við Káru á Dunga, stjóra í Betri Heimi í tíðindasendingini á middegi, og hon sigur, at manglandi útboð samanborið við eftirspurningin er høvuðsorsøkin til hækkandi prísirnar.

Eisini sigur hon, at tað ikki eru tey vælhavandi, sum keypa alt upp. Øll keypa eftir tørvi, og hon vísir á at hagtøl, sum Betri Heim gjørdi herfyri, vísa, at tað fara bara 5 prosent til tað vinnulig feløg.

Lurta eftir allari samrøðuni við Káru á Dunga, stjóra í Betri Heim

Betri Heim skrivar, at í Føroyum hækkaðu sethúsaprísirnir 9 prosent fyrsta ársfjórðing í 2025, og sostatt er miðalprísurin á sethúsum nú komin upp á 3 milliónir krónur.

Seinastu 10 árini er miðalprísurin fyri sethús í Tórshavn tvífaldaður. Frá at vera góðar 2,1 milliónir krónur í 2015 táttar hann nú, sum nevnt, í 4,4 milliónir krónur.

Taka vit alt landið undir einum, eru sethúsaprísirnir tvífaldaðir frá góðum 1,4 milliónum krónum til góðar 3 milliónir krónur.

Tað sóu vit, tá ið Vágatunnilin kom, tá Eysturoyartunnilin kom, og vit síggja tað aftur nú, Sandoyartunnilin er komin, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

Vit síggja eingi tekin um, at prísurin lækkar í næstum. Í stuttum kann sigast, at útboðið er ov lítið í mun til eftirspurningin. Tað mangla búeindir; fleiri sløg og í øllum støddum og príslegum. Vit selja nógvar ognir kring landið og síggja, at prísirnir eru farnir upp nógv tey seinastu árini.

Vit síggja eisini, at undirstøðukervið spælir ein stóran leiklut, tá fólk taka avgerð um, hvar tey vilja búseta seg.