Samstarv millum universitet við sjónum til felags

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rektararnir í nýggja felagsskapinum fyri europeisk universitet, sum hava sjógvin til felags, EUNICoast, høvdu sín fyrsta fund frá 21.- til 23. januar. Tað skrivar Fróðskaparsetri.

Umboð fyri tey 13 universitetini hittust í Póllandi fyri at leggja grundarlagið undir teirra samstarv.

Felagsskapurin, sum hevur fingið játtað 107,5 milliónir krónur frá Europanevndini, hevur sum endamál at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum sum miðdepil.

Fróðskaparsetrið fær ikki gagn av stuðlinum orsakað av, at Føroyar ikki eru limir í European Higher Education Area (EHEA) og Erasmus+. Men Føroyar eru tó framvegis ein týðandi partur av samstarvinum.

Visjónin hjá EUNICoast er at beina fyri maritimari avmarking og at stimbra sambond millum oyggjar, havnir og sjóvegis øki, bæði mentanarliga og búskaparliga.

Átakið miðar eftir at skapa nýggja gransking og samstarv, sum knýtir saman lesandi, lærarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum.