Nevndin í Tjaldrinum kunnger í dag, at samstarvið við høvuðsungdómsvenjaran, Mads Lindkvist, er steðgað.
Felagið skrivar á sínum Facebook-vanga, at nevndin í Tjaldur hevur verið sera glað fyri tíðina, Mads hevur virkað í felagnum.
– Felagið er ment munandi hesi fýra árini, ið Mads hevur havt ítróttaligu ábyrgdina í felagnum, og tað er ongin loyna, at bæði ungdómur og foreldur hava verið sera glað fyri Mads.
Víðari skrivar felagið, at Mads ynskir sær nýggjar avbjóðingar, og tey í nevndini fara tí at takka honum fyri gott samstarv og ynskja honum blíðan byr framyvir.
Nevndin sigur seg arbeiða við eini loysn, og tað verður kunngjørt um hetta í næstum.
Tað var á sumri í 2019, at grannafeløgini Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (STÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum høvdu avgjørt at samstarva um ungdómshondbóltin. Í hesum sambandi var avtala gjørd við danan Mads Lindkvist sum nýggjan ungdómsvenjara hjá Tjaldur, sum eisini vandi og spældi hondbólt við StÍF.
Í 2021 varð Mads settur sum høvuðsvenjari hjá øllum liðum hjá hondbóltsfelagnum Tjaldur, men tað samstarvið er so nú steðgað.