Samuel farin til Finnlands

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landliðsleikarin, Samuel Johannesen Chukwudi, hevur skrivað undir tvey ára sáttmál við finska felagið Seinäjoen Jalkapallokerho, vanliga kallað SJK. Tað boðar SJK frá í morgun.

Finska felagið hevur keypt 21 ára gamla Samuel Chukwudi leysan úr sáttmálanum Í HB.

SJK skrivar, at Samuel Chukwudi, sum er 195 cm høgur, er kendur sum ein sterkur og ágrýtin leikari. Hann byrjar venjingarnar saman við restini av liðnum í dag.

Samuel Chukwudi sigur við heimasíðuna, at hann er spentur upp á uppgávuna:
– Eg eri sera spentur at byrja í nýggja felagnum. Eg vil menna meg sum fótbóltsleikara og haldi, at SJK er eitt gott stað fyri tað. Eg gleði meg til at venja og spæla við SJK, sigur Samuel Chukwudi.

Høvuðsvenjarin Stevie Grieve er glaður fyri nýggja spælaran.
– Hann hevur longu nógva roynd. Hann er sera sterkur og atletiskur miðverji. Hann er eisini góður til at plássara seg og hevur leiðaraevnir. Hann verður góður fyri liðið, bæði á vøllinum og uttanfyri, segði Grieve.