Sandoyingar raskastir at fara til lækna

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Sandoyingar vóru í fjør raskastir at fara til lækna.

Í miðal vóru í Sandoynni 4,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Fægstu viðtalurnar vóru í Norð- og Suðurstreymoy (2,9) og síðan í Suðuroy (3,0).

Í 2022 var talið á viðtalum hjá kommunulækna 181.348, og tað er tvey prosent færri enn árið fyri.

Í miðal vóru tað 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum.

Konufólk vóru eisini raskari enn mannfólk at vitja hjá kommunulæknum. Teirra partur av viðtalunum er 56 prosent.

Verður hugt eftir aldursbýtinum so sæst, at børn í skúlaaldri vitja kommunulæknan minst, meðan fólk yvir 70 ár vitja kommunulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum.

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðtalur, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Upplýsingarnar, ið Hagstovan hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2022 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni, skrivar Hagstovan.

Samanumtikið eru høvuðstølini fyri 2022 hesi: 

  • Í miðal vóru 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum 
  • Konufólk vitja kommunulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56 prosent 
  • Børn í skúlaaldri vitja kommunulæknan minst
  • Fólk yvir 70 ár vitja kommunulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum
  • Fægstu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum
  • Flestu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru hjá útlendingum og í Suðurstreymoy
  • Flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og Suðuroy