,

Sara og Geza ársins miðvallarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sara Samson Lamhauge úr NSÍ og Geza Turi úr Víkingi eru ársins miðvallarleikarar í Betrideildunum.


Sara Samson Lamhauge úr NSÍ gjørdist ársins miðvallari hjá kvinnum. Hon skeyt í ár 13 mál frá miðvøllinum, og hevur verið millum týdningarmiklastu leikarar hjá greipuvinnarunum úr NSÍ í alt ár.  

Eirikur Lindenskov stjóri í Sosialinum handaði Sáru Samson Lamhauge steyp, sum Jysk hevur latið. 


Ársins miðvallari hjá monnum gjørdist 23 ára gamli Geza Turi úr Víkingi. Sera evnaríki leikarin hevur havt eitt frálíkt kappingár fyri Víking. 

Hóast hann eru uppvaksin í Gøtu, so hevur hann ungarskan ríkisborgaraskap. Hann hevur í fleiri ár bíðað eftir ríkisborgaraskapið, so hann kann spæla fyri føroyska landsliðið, og tað verður væntandi veruleiki seinni í vetur. 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, handaði Geza Turi steyp, sum kommunan hevði latið.