Sára tikið við í Vestmanna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sára Jógvansdóttir hevur tikið við sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu og hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag á kommunuskrivstovuni. Tað skrivar Vestmanna kommuna.

– Eg gleði meg at fara til verka, og tað er nógv, sum farast skal í holt við. Tíbetur hava góð fólk undan mær lagt góðar lunnar, so vit í dag búgva í eini vælvirkandi bygd. Men við einum nýggjum persóni kemur eisini ein nýggjur dynamikkur og ein nýggj áskoðan á viðurskiftini, so tað fer helst at merkjast, at eg nú siti á brúnni, sigur nýggi borgarstjórin, sigur Sára Jógvansdóttir.

Sára er uppvaksin í Vestmanna og hevur útbúgving innan miðlar og samskifti. Hon hevur starvast í Kringvarpi Føroya, har hon hevði sín seinasta arbeiðsdag á gamlaársdag, tá ið hon var annar av vertunum í nýggjárssendingini.

Komandi dagarnar ætlar hon at vitja ymsu deildinar í kommununi fyri at hitta og práta við starvsfólk. Sára Jógvansdóttir fekk flestar atkvøður til kommunuvalið í novembur og var einmælt vald til borgarstjóra.

Nýggja bygdarráðið kemur saman fyri fyrstu ferð 6. januar til ein ráðleggingardag.