

Schjønberg fegnast um góðan seinna hálvleik men harmast onkra dómaraavgerð
06.04.2026Michael Schjønberg staðfestir í samrøðu við Trygva Absalonsen aftaná 0-2 (0-1) ósigurin hjá 07 Vestur fyri AB á Skansi Arena, at dómaraavgerðir útjavna seg yvir eitt kappingarár. Í dag var hann tó ikki samdur í, at 2-0 málið slapp at standa. Á jaligu síðuni fegnast hann um ein leikliga góðan seinna hávleik hjá 07 Vestur.














