Hósdagin 18. juli verður seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Fámjin klokkan 14.
Heimasíðan hjá Landsverk skrivar, at Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, bjóðar vælkomin og síðani heldur Dennis Holm, landstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum, røðu. Eftir hetta fara Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, og Sigtór A. Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, at siga nøkur orð.
Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið.
Aftaná bjóðar Landsverk til kaffi og køku í tjaldinum uttanfyri bygdarhúsið í Fámjin klokkan 15 til 17.
Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarløtuna.
– Vegurin millum Ørðavík og Fámjin verður stongdur millum klokkan 14 og 15. Til ber ikki at parkera bilar framvið landsvegnum, tí verður heitt á fólk um at koyra oman til Fámjins, haðani bussar koyra fólk niðan til tunnilsmunnan frá kl. 13.15 og oman aftur í bygdina, eftir at skotið er, skrivar Landsverk.
