Tá ið manslandsliðið í hondbólti í annaðkvøld klokkan 19 spælir móti Kosovo í Høllini á Hálsi í Havn, verður tað samstundis seinasti manslandsdystur í høllini.
Fyrsti landsdystur í tí nýggju høllini á Hálsi var spældur móti Íslandi 10. juli í 1970. Ísland vann dystin 27-17. Nøkur ár frammanundan, í 1964 og 1968, hevði manslandsliðið spælt tveir landsdystir móti Íslandi á uttandura hondbóltsvøllinum í Gundadali.
Síðan tá hevur manslandsliðið spælt 55 landsdystir á Hálsi, og í annaðkvøld verður so tann 57. og seinasti spældur móti Kosovo í fullsettari høll.
Hetta verður tó ikki tann allar seinasti landsdysturin í høllini, tí seinni í novembur spælir kvinnulandsliðið tveir landsdystir móti Finnlandi, áðrenn tær seinast í novembur fara til Sveis at spæla EM-endaspæl.
Høllin á Hálsi var nærum óbroytt í nógv ár. Men í 2018 var hon útbygd til eina høll við tveimum hondbóltvøllum, sum eisini kundu leggjast saman til ein. Tað vísti seg kortini, at høllin ikki kundi góðkennast til altjóða hondbóltsdystir, og tí var farið í gongd við nýggju stórhøllina við Tjarnir, sum verður tikin í brúk seint í januar.
Fyrsti manslandsdystur í nýggju høllini við Tjarnir verður EM-undandysturin móti Niðurlondum tann 13. mars komandi ár.