Veðrið øtlar seinnapartin í dag, og longu nú er nógvur vindur ymsastaðni í landinum.
Av somu orsøk siglir Smyril vestanfyri í dag, og tí kunnu væntast seinkingar á suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan.
Framvegis eru ikki aðrar seinkingar ella avlýsingar hjá Strandferðsluni orsakað av veðrinum, men í sambandi við graviarbeiði fyri portalinum til Dalstunnilin, verða allir túrar á leið 601 til og úr Dali og Húsavík tilkallingstúrar, so leingi arbeiðið fer fram, sigur Strandferðslan.