Semingsroynd verður nú gjørd

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Eg havi loddað dýpið og meti, at tað er grundarlag fyri at fara til samráðingar fríggjadagin.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við FM1 nú á døgurða, nú hann hevði bjóðað umboðum fyri ávikavist arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið til fundar í morgun.

Semingsmaðurin hevur bjóðað pørtunum, har Havnar arbeiðskvinnu eisini verður við, til samráðingar fríggjadagin klokkan 13.

Spurdur, hví samráðingarnar vera fríggjadagin og ikki í morgin, so sigur Terje Sigurðsson, at tað eru ymisk viðurskifti, ið skulu koma upp á pláss fyrst.