Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. mai 2023 til 1. mai 2025.
Semjan hevur við sær, at lønirnar hækkað soleiðis:
– Frá 1. mai 2023 hækkar lønin við 3,80 prosentum
– Frá 1. mai 2024 hækkar lønin 4,04 prosentum
Harumframt er nýggj ásetingin komin inn í sáttmálan sum sigur, at fastlønt hava rætt til at keypa eina viku frí um árið. Kostnaðurin av eini viku er 2,24 prosent av árslønini, og kostnaðurin av einum frídegi er 0,45 prosent av árslønini.
Lønin í lønartalvuni er framvegis fyri fimm vikur feriu, og ynskja starvsfólk at keypa eina eyka fríviku, verður hetta avroknað sum nevnt omanfyri. Til dømis kann mánaðarlønin lækka tilsvarandi ella verður vikan avroknað, tá frítíðin verður hildin.
Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2022.
Sáttmáli og lønartalvur verða nú dagførd, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðu sínari.
Kelda: industry.fo