Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið tóku í gjár undir við semingsuppskotinum frá Semingsstovninum frá 7. november 2024. Tað boðar Fíggjamálaráðið frá.
Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75%, galdandi frá 1. oktober 2024. Hetta kemur eftir eina lægri lønarhækkan hjá Starvsfelagnum enn hjá øðrum feløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Partarnir hava eisini gjørt semju um at hækka lønirnar við 2,9% galdandi frá 1. apríl 2025.
Ein serlig avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg er eisini gjørd, sum skal tryggja, at lív, heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki verða sett í vanda. Ávísir leiðarar eru undantiknir arbeiðssteðgi.
Sáttmálapartarnir hava eisini avtalað at endurskoða lønartalvuna og flokkingaravtaluna fyri at fáa eina einfaldari og greiðari skipan til framtíðar umsiting.