Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT og líknandi fyritøkum, hava skrivað undir nýggjar tvey ára sáttmálar.
Sáttmálarnir eru galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg og koma í gildi 1. mai 2025.
Lønarhækkingin hjá peningastovnunum verður 4,10 prosent fyrsta árið, og 3,87 prosent næsta árið, meðan lønarhækkingin hjá tryggingarfeløgunum verður 4,18 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent næsta árið. Umframt hetta eru aðrar broytingar gjørdar í báðum sáttmálunum.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.
Á myndini taka Jórun Gardar, samráðingarleiðari, og Durita Kjærbo, forkvinna í YTF, lógvatak saman, eftir at nýggju sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir.