Nú Donald Trump hevur broytt amerikanska navnið á Meksikoflógvanum til Amerikaflógvin skrivar Birgir Kruse, bloggari, um hvussu lond broyta staðarnøvn fyri at vinna sær vald á økjum.
Hann vísir í blogginum á, hvussu vit í Føroyum hava sett nøvn á føroyskt sjóøkið, har vit millum annað hava uppfunnið heitið Norðurhøv fyri at skivsa Noregshav móti Norrakystini. Eisini vísir hann á fleiri dømi út í heimi.
Birgir Kruse er ritstjóri í Námi, og hevur í mong ár staðið fyri at at geva Atlas, heimskort, føroyakort og líkandi út.