Ein stór reinsiskipan ið skal minka heili 95 prosent um lukt frá framleiðsluni hjá Havsbrún í Fuglafirði er nú sett til, upplýsir Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.
“Vit settu lukt-reinsiskipanina til síðsta sunnudag,” segði stjórin sambært Eysturoyarportalin.
Havsbrún varð seint í summar liðugt við at seta upp ein 75 metrar høgan skorstein sum er knýttur at einari nýggjari og framkomnari reinsiskipan fyri lukt.
“Tað eru nú átta dagar síðani at reinsiskipanin varð sett til, og vit hava bert fingið góðar afturmeldingar frá fólki,” varð Odd Eliasen endurgivin fyri at siga. “Tað kunnu sjálvandi koma onkrir byrjanartrupulleikar, men enn hevur tað gingið sum vit vónaðu,” segði hann víðari.
At byrja við er tann nýggja reinsiskipaninin sett til royk frá fóðurdeildini hjá Havsbrún. So við og við er ætlanin eisini at mjøldeildin verður knýtt upp í skipanina.
Sambært Havsbrún fer tann nýggja skipanin væntandi at minka um luktin frá roykinum við so mikið sum 95 prosentum.