Seturskampus: Vinnarauppskotið avdúkað í Kongshøll

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hósdagin 22. juni verður avdúkað, hvør hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Setrið.

Dómsnevndin hevur valt, hvat av teimum seks uppskotunum hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya, og í tí sambandi verður alment tiltak í Kongshøll, har øll uppskotini verða sýnd fram, og vinnarin kunngjørdur.

Tiltakið, sum Landsverk og Setrið skipa fyri, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn klokkan 13.

Umframt framsýningina av uppskotunum, so verða røður á skránni. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at røða um kampusætlanina, síðan avdúkar Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, vinnaran, sum somuleiðis fær orðið til at tosa um sítt verk, og at enda fer Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum, at draga samanum.

– Øll eru vælkomin, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu sínari.