Nevnir man Sevilla, so má ein eisini nevna Europa League. Tað var eisini eitt heilt annað Sevilla lið, ið kom út í øðrum hálvleiki.
10 minuttir inni í øðrum hálvleiki kom eitt innlegg frá Jesus Navas í høgra borðið og bólturin rakti Gianluca Mancini, sum sendi bóltin í egið mál til 1-1.
Miðskeiðis í øðrum hálvleiki var dømt brotspark av dómarinum Anthony Taylor, tá ið Lucas Ocampos datt niður í grasið. Í fyrsta umfarið sá út til at verða eitt klárt brotspark, men eftir VAR check bleiv brotsparki avblást.
Dysturin bylgjaði aftur og framm, nógvar duellir vóru í báðum legum.
Eitt nú fekk hjálparvenjarin hjá Roma gult kort fyri kjaftaslit.
Men dysturin eftir vanliga leiktíð endaði 1-1 og tað er farið í forlongda leiktíð í Budapest.