Shaki leingir við KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ er longu farið undir at fyrireika komandi kappingarár, og fyrsti leikari at skriva undir nýggjan sáttmála er René Shaki Joensen.

– Eg trívist ómetaliga væl í KÍ, og tað er altíð stuttligt at spæla við í toppinum í føroyskum fótbólti, sigur René Shaki Joensen, ið hevur verið KÍ’ari síðani 2022.

– Evropa ævintýrið var eisini ótrúliga spennandi, og vit hava aftur í ár ein sera sterkan hóp, ið avgjørt eisini kann kappast úti í Evropa, hóast eitt sindur av hepni eisini skal til, um vit skulu náa eitt bólkaspæl aftur hesaferð.

– Umhvørvið kring KÍ er eisini fantastiskt, og at spæla á heimavølli, og hoyra og føla uppbakningin frá viðhaldsfólkum er heilt ótrúliga lekkurt, sigur Shaki.

Magnus Powell, venjari hjá KÍ, er eisini sera væl nøgdur við, at sáttmáli nú er longdur við Shaki. Sáttmálin er galdandi alt kappingarárið 2026.

– Shaki er ein ótrúliga góður leikari, ið kann røkja fleiri pláss á vøllinum. Hann er hartarbeiðandi, seriøsur og hevur rætta vinnaraviljan, og tí eri eg ómetaliga glaður um, at sáttmálin nú er longdur við hann.

– Vit hyggja longu nú inn í komandi kappingarár, og hetta er ein liður í at tryggja okkum ein góðan, kappingarføran og breiðan hóp, sigur Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ monnum.