,

SÍ Dreingir 17 føroyameistarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting


ÍF-SÍ 1-3 (25-23, 16-25, 16-25, 25-27)

Í steypafinaluni møttust liðini bæði eisini. Tað var ein spenannadi finala, sum ÍF streyk avstað við. FM finalan skuldi vísa seg, at vera heilt øðrvísi.

1. og 4. sett gjørdust spennandi. ÍF við Hákun Nón og Rana Ákason settu seg á fyrsta settið, men ein stórspælandi Lukas Poulsen saman við Róar í Haraldstovu broyttu 2. og 3. sett og hólvaðu íF av.

Í 4. settið gjørdist spennandi og ÍF var á odda fyri tað mesta. SÍ kom uppá javnt 24-24 og vann so settið og dystin 25-27.

Dagsins leikari var Lukas Poulsen, SÍ

Leikarar hjá ÍF

Hákun Nón
Rani Ákason
Bjarki Rygshamar
Bjørn Mohr
Kristian Bjarnason
Filip Jovević
Jónas Ólavsson Hentze
Sofus Bárðarson Mortensen
Jóhannus Eli Ánike Lambaa
Jónstein Jacobsen
Kenrich Gabrielle

Leikarar hjá SÍ

Rógvi Petur Reynstind
Andrés Nolsøe
Lukas Poulsen
Róar í Haraldstovu
Óli Kluftá Hvítklett
Karl Rúnason Wolles