,

SÍ er steypavinnarar hjá Gentum 12

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyrsti dystur í Bónus Steypafinalunum fyri yngri, var millum SÍ og TB.

SÍ kom væl frá byrjan og kom væl framum á stigatalvuni í fyrsta setti. Tá TB fingu fleiri góðar bóltar á rað, valdi venjarin hjá SÍ at taka einasta Time Out í dystinum. SÍ vann greitt fyrsta sett 25-10.

Í øðrum setti fylgdust liðini frá byrjan. SÍ genturnar servaðu væl og TB genturnar høvdu fleiri ferir góðan blokk. Men, so fóru TB genturnar at stríðast við móttøkuni og SÍ vunnu at enda greiðan 25-18 sigur.

Harvið vann TB silvur og SÍ Gull.

Dagsins leikari bleiv: Fríðrún Nøkkvadóttir frá SÍ

TB leikarar:

  • Sirið Helena Agnarsdóttir
  • Julia Roest
  • Linda Renédóttir Thomsen
  • Emma Berg Jespersen
  • Erika Mortensen
  • Malan Brattalíð
  • Susan Mayanai Bærendsen

SÍ leikarar

  • Lilja Guttesen
  • Vanja Kristiansdóttir Magnusen
  • Rebekka Johnsdóttir Magnusen
  • Sólvá Fróðadóttir Reynskor
  • Lilja Ruth Ebenezersdóttir
  • Danielle Alexandra Jørgensen
  • Súsanna á Stongum Venned
  • Hanna Høgnadóttir
  • Fríðrún Nøkkvadóttir
  • Glóð Hentze Haraldsen