,

SÍ er steypavinnarar hjá gentum 14

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Gentir 14A

Steypafinalan millum TB og Sí-a Gentir 14A, skuldi vísa seg at blíva ein gysari.

Talan var um tvey sterk lið í finaluni og tí var lagt upp til eina spennandi finalu. Bæði liðini spældu ómetaliga væl. TB vóru omaná alt fyrsta sett og SÍ leikarirnir tóktiskt at vera ørkymlaðir. TB vann greitt fyrsta sett 19-25.

Í øðrum setti byrjaði SÍ væl, men hóast liðini vóru tøtt, lág TB omaná í stigum. SÍ megnaði at hála seg upp á javnleik 19-19 og síðani vendi dysturin við einum energiríkum SÍ liði, sum vann 25-23.

Síðani var fari undir triða og avgerðandi sett. TB var aftur førandi liðið og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-2 til TB. Men, so streyk SÍ avstað og megnaði at vinna avgerðandi settið 10-15.

Harvið eru SÍ Steypavinnarir í bólkinum Gentur 14A.

Dagsins leikari: Vár Kristiansdóttir frá SÍ-a

TB Leikarar

Rebekka Dánjalsdóttir
Nomi Hansen
Femja í Lágabø
Ruth Berg Jespersen
Rebekka Kjærbo
Natalia Edvardsdóttir

SÍa leikarar

Zacharia Emilia Davidsen
Fríðrún Nøkkvadóttir
Anna Ró av Trøð Trondesen
Súsanna á Stongum Venned
Sandra Skov Weihe
Vár Kristiansdóttir
Anna Katrina í Haraldstovu
Tova Sigurdsdóttir Nielsen