,

Sigert og Høgni rúkandi ósamdir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin við landbúnaðarmálum, Høgni Hoydal, fær kaldliga móttøku fyri uppskoti sínum um nýggjan landbúnaðarpolitikk.

Bóndafelagið hevur sent eitt hvast skriv til bæði løgmann Aksel Johannesen og landsstýrismannin, har felagið lýsir sína misnøgd við mannagongdina.

Bóndafelagið staðfestir, at felagið als onga kunning hevur fingið um hesar víttgangandi ætlanirnar, fyrr enn ein størri lógarpakki varð sendur til hoyringar. Hetta lógarverkið inniheldur tey størstu landbúnaðarpolitisku inntrivini tey seinastu 20 árini.

Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum, staðfesti sína ónøgd í tíðindunum í FM1 í gjár og var sera sera skuffaðurm at bóndurnir ikki eru tiknir við í arbeiðið at gera nýggjan landbúnaðarpolitikk. Hann segði millum annað, at tá ið fiskivinnupolitikkurin verður orðaður, eru reiðararnir beinleiðis við í arbeiðnum.

Í dag var so Høgni Hoydal í útvarpsstovuni í FM1, og hann er als ikki samdur við Sigerti Patursson, at bóndurnir ikki eru hoyrdir í málinum. Hann sigur tvørturímóti, at hetta er eitt tað málið, sum hann veit um, har partarnir hava verið mest við í arbeiðnum. Hann heldur eisini, at bóndurnir heldur áttu at sagt, júst hvat teir eru ónøgdir við.

Í skrivinum sigur Bóndafelagið, at á Búnaðarstevnuni var ein verkstova um landbúnaðarpolitikk tann 10. juni 2023, har landsstýrismaðurin segði seg hava tikið útgangsstøði. Men Bóndafelagið heldur, at munandi frávik eru millum niðurstøðurnar frá verkstovuni og tað, sum í veruleikanum kom fram.

Felagið sendi tí eitt drúgt skriv til Uttanríkis- og vinnumálaráðið tann 20. septembur 2023 við sínum viðmerkingum, men hesar viðmerkingar vóru avvístar. Síðan tá hevur landsstýrismaðurin arbeitt í loyndum, uttan at landbúnaðarvinnan hevur verið kunnað, sigur Bóndafelagið í skrivinum.

Í desembur 2024 boðsendi landsstýrismaðurin Bóndafelag Føroya til fundar, men ikki fyrr enn lógarpakkin varð sendur í almenna hoyring, fekk landbúnaðarvinnan at síggja uppskotini.

Felagið mótmælir staðiliga, at festijørð skal matrikulerast til Føroya Landsstýri, og krevur, at landbúnaðarpakkin verður tikin av borðinum og álitið millum landbúnaðarvinnuna og landsmyndugleikarnar verður bygt uppaftur.


Mynd: bunadarstevna.fo