Sígfríður Clementsen og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár. Tað boðar EB/Streymur frá á Facebook-síðu felagsins fyri løtu síðan.
-Menningin av Betri liði okkara hevur verið eyðsýnd seinastu tíðina. Ungu leikararnir hava ment seg nógv undir leiðslu av Sigfríða. Hetta arbeiðið skal halda fram, skrivar felagið.
Tað hevur verið eitt torført ár hjá EB/Streymi, sum endaði á sjenda plássi við 28 stigum. Tað gekk illa at skava stig saman fyrstu tveir triðingarnar av kappingarárinum, men tá níggju umfør vóru eftir, eydnaðist ta Sigfríða og EB/Streymi at venda truplu gongdini. Felagið vann seks av teimum níggju dystunum, sum vóru eftir, og tryggjaði sær harvið enn eitt ár í Betri-deildini.
Sigfríður Clementsen hevur staðið á odda fyri EB/Steym í tvey ár. Í 2023 endaði endaði felagið á sætta plássi við 25 stigum, meðan felagið í ár endaði á sjeynda plássi við 28 stigum. Umframt hesi bæði kappingarárini, so var Sígfríður Clementsen eisini høvuðsvenjari hjá EB/Streymi í 2008 og 2009. Í 2008 vann felagið greipuna og í 2009 endaðu felagið á øðrum plássi í bæði landskappingini og steypakappingini.