Sigfríður: Vit tapa ímóti einum ófatuliga góðum liði – Árni: Tað tók heldur drúgva tíð at bróta EB/Streym niður í kvøld

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Eyðstein Zachariasen siga frá teimum trimum málunum KÍ skoraði í 3-0 sigrinum í útsetta dystinum móti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hoyr Eyðstein taka samanum ein ruddiliga uppibornan sigur. Hoyr eisini samrøðurnar Pætur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen, og samrøðuna hann gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg. Sigfríður staðfesti, at EB/Streymur tapti móti einum ófatuliga góðum liði. Árni greiðir frá, at tað kravdi tíð og tol at bróta EB/Streym niður. Men tá tað fyrst glapp gekk tað framúr hjá KÍ, ið er fýra stig frá at vinna FM, um NSÍ vinnur tveir teir komandi dystirnar.