,

Síggj løtuna tá ið Bárður skeyt dagsins annað gullmerki í hús hjá bogaskjúttunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Niðanfyri sæst filmsbrot, sum Bogaskjótisambandið legði á Facebook av løtuni, tá ið Bárður Magnusson tryggjaði føroyska liðnum í recurve gullmerki eftir umskjóting móti Guernsey. Fyri Føroyar skut Hans Petur Højgaard, Bárður Magnusson og Tóra Dinna Reynskor.

Hetta var samstundist annað gullmerki í dag hjá gyltu føroysku bogaskjúttarnum, sum nú hava vunnið samanlagt níggju gullmerki á Oyggjaleikunum.

Í compound var eingin ivi, og vunnu Føroyar 215-195 móti Jersey. Fyri Føroyar skutu Anja Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen.