Á ársaðalfundinum hjá hondbóltsfelagnum Tjaldur í gjárkvøldið stóð nevndarval á skránni. Forkvinnan, Joan Jacobsen, bar seg undan afturvali og takkaði fyri seg.
Tískil var stundin komin til eitt vaktarskifti í hondbóltsfelagnum á eystara armi á Skálafjørðinum, og her valdi nevndin Sigruna Jónsveinsdóttir, sum nýggja forkvinnu í felagnum.
Hinir nevndarlimirnir, Sverri Justinussen og Aage Arnoldson tóku við afturvali, og so eru eisini tveir mans, ið hava havt nógv við hondbólt at gera komnir í nevndina. Tað eru Kári Hansen og Dan Lamhauge.
Nevndin hjá Tjaldrinum, ið eisini hevur skipað seg, sær nú soleiðis út:
Sigrun Jónsveinsdóttir, forkvinna
Sverri Justinussen, skrivari
Aage Arnoldson, kassameistari
Kári Hansen, nevndarlimur
Dan Lamhauge, nevndarlimur
– Felagið takkar Joan fyri hennara stóra arbeiði fyri felagið hesi seinastu árini, og vit gleða okkum at fara í gongd við eitt gott kappingarár, skrivar felagið á sínum Facebook-vanga.
Hondbóltsfelagið Tjaldur varð stovnað í 1957. Liðið var tá ein deild hjá NSÍ, og byrjaði í landskappingini longu sama ár. Stigtakarar til nýggja liðið vóru Niklas Folbo og Ib Hauritz. Ib var av Tvøroyri men flutti til Runavíkar at starvast sum bakari. Millum leikarar á fyrsta liðinum vóru teir báðir Niklas og Ib, Klæmint (Kemm) Weihe úr Lamba og Hans á Bakka sum málmaður.
Hondbóltsfelagið datt niðurfyri og lá í dvala í nøkur ár, men bleiv endurstovnað 29. oktober í 1998.