Sigurður Ragnar Eyjólfsson: – 1-1 á einum torførum útivølli er eitt gott úrslit

Aftaná 1-1 javnleikin hjá NSÍ á útivølli móti verandi FM-vinnarunum, KÍ fekk Rúni á Reynatrøð orðið á høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sigurð Ragnar Eyjólfsson. Siggi Ragg heldur javnleikur 1-1 á einum torførum útivølli er eitt gott úrslit, men hann undirstrikar, at hansara menn fara altíð eftir sigrinum.