Tann 1. Juni 1909 vann Ongland 10. landsdystin á rað, tá teir vunnu 8-1 á Eysturríki í Wien. Uppaftur meira hugtakandi var tað, at sigurin kom í hús dagin eftir 9. sigurin.
Sigursrøðin byrjaði eisini við einum sigri á Eysturríki nærum eitt ár frammanundan. Fyrst vann Ongland 6-1 tann 6. juni 1908 og síðani 11-1 á teimum tveir dagar seinni, so máttu Ungarn, Bøhmen, Írland, Wales og Skotland boyggja seg fyri eingilskmonnum. Teir fóru aftur til Ungarns í 1909 og vunnu tveir sigrar afturat, har tann seinni varð spældur 31. Juni og ferðaðust síðani til Wien fyri at spæla ímóti Eysturríki dagin eftir.
Liðskiparin Vivian Woodward, sum skoraði fýra mál ímóti Ungarn dagin fyri, helt áfram í stórum stíli, tá hann legði Ongland á odda ímóti Eysturríki í 3. minutti. Hann skoraði tvey mál afturat, fullfíggjaði sítt hattrikk og skoraði sostatt samanlagt 7 mál í tveir dagar. Harold Halse og George Holley komu eisini á máltalvuna við hvør sínum tveimum málum umframt Ben Warren.
Málið hjá Eysturríki skoraði Leopold Neubauer upp á brotsspark í seinna hálvleiki. Sigursrøðin steðgaði 12. februar 1910, tá Ongland spældi ein 1-1 javnleik ímóti Írlandi.