,

Síl nær við alibrúk hava meira lús

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Firum, sum fyrr kallaðist Fiskaaling, er komið við úrslitunum av Sjósílaverkætlanini 2024.

Úrslitini vísa, at flestu síl fara á sjógv í mai og juni. Hetta er ávirkað av hita og avfalli. Mest lús varð funnin á sílum um summarið, tá lítið avfall ger tað torført hjá teimum at sleppa av við lúsina í feskvatni.

Kanningarnar vísa eisini, at síl nærhendis alibrúkum hava fleiri lús enn tey, ið liva longri burtur frá aling. Í 2024 varð staðfest, at knapt 16 prosent av sílum nær aling høvdu so nógva lús, at teirra møguleiki fyri at yvirliva var lítil.

Sjósílaverkætlanin varð sett í gongd í 2018 fyri at kanna møguliga ávirkan av alivinnuni á sjósílastovnin. Málið er at vita, nær smolt fara á sjógv, og hvussu tey trívast, serliga við atliti til lús. Alivinnan er sambært lóg skyldug at halda lúsatølini lág í mai, juni og juli fyri at verja sílasmoltini.

Ymiskar mannagongdir eru brúktar í kanningunum. Ein fella varð sett upp í Sandá, síl eru merkt, og ein antennuskipan er sett upp. Sílafiskarar hava eisini sent inn roðslu, men í 2024 minkaði talið av innsendum roðslum.