,

Silas, Bjarni og Jákup Árni til danskt oddalið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vágamennirnir Silas Poulsen, Bjarni Joensen og Jákup Árni Elisson Wang flyta komandi kappingarár til danska oddaliðið í flogbólti, ASV Elite úr Aarhus.

Teir tríggir hava hetta kappingarárið havt sentralar leiklutir á besta mannsliðnum hjá Ikast KFUM. Komandi kappingarár verða teir tríggir, Silas, Bjarni og Jákup Árni allir at síggja á besta liðnum hjá ASV Elite.

ASV Elite vann innleiðandi donsku kappingina í 2024/25 greitt – 5 stig frammanfyri nr. 2. Í finaluumførunum gekk tó nakað verri, soleiðis at ASV Elite endaði á einum 4. plássi í donsku kappingini.

Teir tríggir vágamennirnir fara nú til ASV Elite í eini roynd at brynja felagið enn meira til komandi kappingarár.

19 ára gamli Silas Poulsen sigur, at skifti frá Ikast til ASV er sera spennandi fyri hann og hann gleðir seg til at byrja á einum nýggjum liðið við uppaftur betri leikarum og eini røð av ungum evnaríkum leikarum, har kappingin um plássini er hørð.

– ASV hevur longu ein framúr libero, so eg fari at fáa harða kapping um spælitíð, men tað er gott – sigur Silas.

– Eg havi avgjørt at skifta til ASV Elite, tí eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogbóltsleikara – sigur Bjarni Joensen.

Bjarni leggur afturat, at ASV er eitt felag, ið hevur eitt mál um at byggja eitt topplið. Teir hava longu eina kjarnu av dugnaligum leikaum og so hava teir ein venjara, Dominik Zmuda úr Pólandi, ið veruliga brennur fyri at menna ungar leikarar og sum leggur dent á allar smáar detaljur í spælinum.

Jákup Árni Elisson Wang sigur, at hann hevur valt at skifta til ASV, tí honum dámar væl venjaran og hansara hugsjónir fyri liðið. Liðið vísti í farnu kapping, hvat potentiali tað hevur. Tað er eitt ungt og svangt lið, har allir leikara stríðast fyri at prógva seg sjálvar og vinna sær pláss á liðnum. – Mær dámar væl ta kappingarmentina – sigur Jákup Árni.

ASV Elite er ikki ókent felag fyri føroyingar. Á kvinnuliðnum hjá ASV Elite, sum vann silvur í 2024/2025 kappingini vóru Bjørk Nolsøe Isaksen og Jakobina Joensen við á liðnum.