07 Vestur hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla Silas Gaard. Sáttmálin er galdandi í tvey ár. Silas er uppvaksin í KÍ, har hann eisini hevur spælt vaksnamannafótbólt við 1. deild og Betrideildini. Fyrstu ferð hann var við í byrjunaruppstillingini hjá KÍ var í 2022, tá ið hann var 18 ára gamal.
Faroesoccer hevur skrásett Silas fyri 23 dystir í bestu deildini og 61 í næstbestu deildini. Hann hevur eisini spælt dystir við U19 landsliðnum. Í summar var Silas útleigaður til ÍF.